Hug at royna BJJ: Útfyll frymilin niðanfyri, og vit venda aftur til tín!
Takk fyri! Vit venda aftur til tín skjótast gjørligt.
Við at senda omanfyristandandi upplýsingar inn, játtar tú at móttaka teldupostar frá Hvítravni. Tínir upplýsingar vera ongantíð deildir. Um tú ynskir at taka tína játtan aftur, so skalt tú bert svara aftur við "Stop" til at stegða. Gev gætur, royndartíðin umfatar ikki Intro BJJ.
Vit vita, at tað kann vera torført at finna eina ítróttagrein at venja, og síðani at finna hvat felag at venja hjá. Hjá Hvítravni er okkara raðfesting at hjálpa tær og/ella tínum børnum at gerast betri útgávur av tykkum sjálvum.
Okkara venjarar eru her fyri at skilja tíni mál, og hjálpa tær at náa tey uppá ein stuttligan, gevandi og spennandi hátt, og í einum tryggum umhvørvið.
Brasilskt Jiu Jitsu (BJJ) er ein sjálvverju- og stríðsítróttur, sum ímun til aðrar stríðsítróttagreinar, er grundað á tættsitandi glíming, gólvstríðsførleikar og undirgeving. Í mun til aðrar ítróttagreinar, so eru bæði heili og kroppur eins virkin, tá man venur BJJ. Tú vilt eisini læra, hvussu tú skal fyrihalda teg til størri mótstøðufólk.
Lær sjálvverju, bygg sjálvsálit og kom í form! Brasilskt Jiu Jitsu hevur hópin av kropsligum, sálarligum og sosialum fyrimunum, sum hóska til ein og hvønn. Blív partur av onkrum positivum, og lær nýggjar førleikar. Tað er lætt at byrja - melda teg til BJJ undirvísing í dag!

Fyrstu stigini í BJJ
Intro BJJ er ætlað teimum, sum eru heilt nýggj í Brasilskum Jiu Jitsu. Tú lærir grundstøður, grundleggjandi rørslur og einfaldar teknikkir í einum tyrggum og skipaðum umhvørvi. Ongin roynd er neyðug, øll kunnu verða við.
Brasilskt Jiu Jitsu við GI (drakt)
BJJ Gi er traditionelt Brasilskt Jiu Jitsu, har vit venja við Gi. Dentur verður lagdur á teknikk, kontroll, tøk og støður. Venjingin er hóskandi fyri bæði nýbyrjarar (eftir Intro BJJ) og fólk við royndum.
Skjótt og Dynamiskt BJJ uttan GI
BJJ No-GI verður vant uttan Gi og leggur dent á ferð, rørslu og kropskontroll. Her arbeiða vit meira við kropsstøðu enn tøk. Venjingin er hóskandi fyri bæði nýbyrjarar og víðarikomin.
Stuttligt og trygd, við fokus á rørslu og sjálvsálit
Venjingin gevur børnum eina fyrstu uppliving við Brasilskum Jiu Jitsu gjøgnum spøl, rørslur og einfaldar teknikkir. Dentur verður lagdur á samstarv, kropsligan førleika og at hava tað stuttligt í einum tryggum umhvørvi.
Teknikkur, sjálvsálit og samstarv
Venjingin er ætlað eldri børnum, sum læra fleiri teknikkir og fáa betri kropskontroll. Venjingin er skipað og trygg og hjálpir børnum at byggja sjálvsálit, styrki og disiplin, bæði á og uttanfyri máttuna.
Her síggjast mest vanligu spurningarnir, ið vit hoyra, tá spurt verður um Brasilskt Jiu Jitsu!
Fanst tú ikki svarið?
Set teg í sambandNei, tað noyðist tú ikki. Vit bjóða venjing til nýbyrjarar, og fleiri af fólkunum sum læra BJJ hava ongar royndir áður at venja stríðsítrótt.
Absolut!. Tað er ein av heimsins mest effektivu sjálvverjuháttum, og tað er ofta valt, tí tað lærir ein at nýta sína kropsvekt til at vinna á størri mótstøðufólkum.
Íðkarar eru vanliga í GI (tvístykki plagg, sum kamsport-íðkarar brúka). Tað er eisini vanligt, at summir íðkarar ynskja at brúka munnverju. Tað er eitt gott hugskot at hava ítróttband eisini.
Tað kann, serliga um tú sameinir BJJ venjing við einum heilsugóðum kosti og lívsstíli. JJ gevur eina góða, fullkropsvenjing, sum brennur kaloriur, byggir musklar og økir um stoffskiftið.
Nei, byrjanarvenjing leggur dent á at undirvísa í grundleggjani teknikki og trygd, og tú kanst so arbeiða teg upp til stýrda sparring í venjing.
Takk fyri tína skráseting.
Vit venda aftur, tá ið eitt pláss gerst tøkt.
Blíðar heilsur
Hvítravnur BJJ
You are now on the waitlist. If a spot opens up we will notify you via Email.